Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, hevur nú heitt á allar ukrainar um at taka til vápna og verja Ukraina – og á russiska fólkið um at steðga russisku innrásini í Ukraina.
Fyri góðum hálvum tíma síðani legði Zelenskyy boð út á Twitter, har hann gjørdi greitt, at Ukraina letur vápn til ein og hvønn, ið vilverja Ukraina, og hann heitti samstundis á fólk um at vera til reiðar at stuðla landinum á býartorgum kring landið.
Eftir at russisku rakettirnar byrjaðu at raka ukrainskar býir, og russiskir stríðsvognar fóru tvørtur um landamarkið, sleit Ukraina øll diplomatisk viðurskifti við Russland.
Ístaðin fyri vanligt statsligt diplomati, hevur Zelenskyy ístaðin vent sær til russiska fólkið, og boðini hjá Zelenskyy til teirra er, at tey hava møguleika at steðga krígnum.
- Hvør kann steðga hesum krígnum? Fólk. Og hesi fólkini eru millum tykkara, segði Zalenskyy í sjónbandaupptøku á BBC.
- Vit mugu steðga hesum, áðrenn tað er ov seint. Um russiska leiðslan ikki vil setast við samráðingarborðið við okkum, so má hon samráðast við tykkum.
- Vilja russar hava kríggj? Eg hevði fegin viljað svarað hesum spurninginum, men svarið valdast bert um tykkum, segði Zelenskyy í áheitan til russiska fólkið.