Kríggj í Evropa: Nato-sameindu hava framvegis ikki nevnt hernaðarligt aftursvar

Leiðarar í Nato og G7-londunum fundast í fullari ferð í allan dag, men framvegis er ikki grett orð um hernaðarligt aftursvar til russisku innrásina í Ukraina í nátt

Steinar Patursson
24. februar 2022 kl. 11:20

Tað er framvegis ikki greitt, hvat aftursvarið verður frá Nato og tess sameindu, eftir at russiskar herdeildir í nátt tóku seg inn í Ukraina.

Støðan millum Russland og Ukraina hevur verið spent síðan Russland hertók Krim nesið í 2014, og serliga seinastu vikurnar er russiski retorikkurin vorðin alsamt meira ágangandi, til hann í nátt rakk toppinum, og Russland framdi invasión í Ukraina.

Men meðan fordømingarnar regna yvir Russland frá Nato og vesturheiminum, hevur eingin ríkisleiðari gjørt greitt enn, hvat svarið verður. Sostatt er framvegis ógreitt, um Nato herdeildir skulu setast í Ukraina, og um Nato fer at leggjast eftir russiskum bumbumálum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur á Twitter, at hann hevur tosað við Volodymyr Zelenskyy, forseta í Ukraina, og at USA fordømir ”óprovokeraða og órættaða” álopið av russiskum herdeildum. Joe Biden greiddi Zelenskyy frá, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at fáa undirtøku fyri altjóða fordøming, eisini á fundi í trygdarráðnum í ST í kvøld.

Biden forseti leggur aftrat, at hann í dag fer á fund við G7 leiðarar (Stórabretland, USA, Frakland, Týskland, Kanada, Japan, Italia, umframt ES), har havt verður á lofti, hvussu revsitiltøkini móti Russlandi kunnu herðast.

Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, hevur somuleiðis boðað frá, at hann ætlar sær í samráð við samstarvspartnarar hansara í G7, og at Stórabretland og tess sameindu fara at svarað Russlandi ”á avgjørdan hátt.”

Boris Johnson gjørdi eisini greitt, at hann ætlar at tala til bretsku tjóðina í dag, men bretskir miðlar vænta, at endamálið við hesum verður at greiða frá herdum revsitiltøkum.

Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, ger greitt, at Frakland sýnir samanhald við Ukraina, og saman við sínum sameindu arbeiðir Frakland við at gera enda á krígnum.

Polska stjórnin hevur heitt á Nato um at senda fleiri herdeildir eystureftir at styrkja felagsverjuna í kjalarvørrinum á russisku innrásini, men tað er framvegis ikki greitt, hvat svarið frá teimum Nato-sameindu verður. USA gjørdi annars í farnu viku greitt, at 3.000 amerikanskir hermenn aftrat skuldu sendast til Poland. Hetta var kortini áðrenn, at støðan harðnaði í nátt.