Stjórnarleiðarar í Evropa ynskja, at fleiri revsitiltøk verða sett í verk móti Russlandi í stundini, eftir at myndir av líkum í ukrainska býnum Butja hava verið at sæð seinastu dagarnar.
Evropeiskir stats- og stjórnarleiðarar hava fordømt russisku gerðirnar í Butja, ið teir skýra sum fólkadráp, men Russland hevur víst hesum ákærum aftur.
Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, eftirlýsti í gjár nýggj revsitiltøk móti Russlandi, sum sambært honum, “týðiliga hevur framt krígsbrotsverk”.
– Tað er meira ella minni staðfest, at tann russiski herurin hevur ábyrgdina (fyri drápini í Butja, red.), sigur Macron við fronsku útvarpsstøðina, Inter, sambært Ritzau.
– Tað, ið er hent í Butja, krevur eitt nýtt umfar av revsitiltøkum, leggur hann afturat.
Leiðarar í ES ynskja kanningar
Úr ES ljóðar tað, at arbeiðið við at seta enn fleiri revsitiltøk í verk er eitt mál, sum hevur skund:
– ES fordømir upp á tað harðasta hendan ræðuleika, sum russiski herurin hevur útint í fleiri hersettum ukrainskum býum, ið nú eru fríaðir, skrivar uttanríkis- og trygdarleiðarin í ES, Josep Borrel, í einum tíðindaskrivi vegna limalondini.
Russland hevur brúkt vikuskiftið til at kalla myndirnar fyri at vera pallsettar og vísir ákærunum aftur.
Men tað hevur ikki fingið evropeiskar leiðarar til at halda ákærunum aftur.
Forsætisráðharrin í Póllandi, Mateusz Morawiecki, mælti í gjár til, at ein kanning av fólkadrápinum verður sett í verk.
– Vit mæla til, at ein altjóða setningsnevnd verður sett í verk, ið skal kanna hetta fólkadrápið, segði hann.
Eisini forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sánchez, heldur, at talan er um fólkadráp í Ukraina.
– Vit vilja gera alt, hvat vit kunnu, fyri at tryggja okkum, at tey, sum standa aftanfyri hesar krígsbrotsgerðir, ikki verða órevsaði.
– Vit hava dómstólar, ið taka sær av tílíkum brotsgerðum móti mannaættini – fólkadráp, sigur Sánchez.
Forsætisráðharrin í Norra, Jonas Gahr Støre, sigur, sambært tíðindastovuni NTB, við norska Dagbladet, at myndirnar “eftir øllum at døma” vísa krígsbrotsverk, sum skulu kannast nærri.
(Mynd: EPA-EFE)
Russland vísir aftur
Frá russiskari síðu verða myndirnar úr Butja enn sagdar at vera pallsettar.
Aleksandr Bastrykin, ið er leiðari fyri russisku samveldiskanningarnevndina, ynskir eina almenna kanning av tí, sum hann kallar fyri ukrainska øsing.
Hann leggur Ukraina undir fyri at hava útbreitt “falsar upplýsingar” um russisku hermegina í Butja.
Butja liggur 24 kilometrar frá miðdeplinum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.