Kreppa í danska Veganaraflokkinum

Støða skal í dag takast til, um leiðslan í flokkinum skal koyrast frá. Stovnarin og de facto formaðurin í flokkinum, Michael Monberg, var í 2020 í Føroyum, har hann førdi herferð móti grindadrápi

Steinar Patursson
7. februar 2022 kl. 13:39

Landsfundur er hjá danska Veganaraflokkinum í dag, har limirnir í flokkinum skulu gera av, hvør av stovnarum floksins skal vera verðandi í flokkinum.

Ein ósemja millum báðar stovnararnar, Michael Monberg og Henrik Vindfeldt, hevur tikið seg upp, sum í farna mánaði hevði við sær, at Vindfeldt varð koyrdur úr flokkinum.

Flokkurin hevur ongan formann, men Michael Monberg, sum ikki er heilt ókendur um okkara leiðir, varð ístaðin valdur sum politiskur framsøgumaður í flokkinum og er sostatt eisini andlitið hjá flokkinum.

Sambært DR er torført at skilja, júst hvat er farið fram í flokkinum, men báðir tveir, Monberg og Vindfeldt, siga seg ikki vera sinnaðar at vera verðandi í flokkinum, um hin heldur fram.

Veganaraflokkurin fekk til vega neyðugu undirskriftirnar at stilla upp til fólkatingið, um um sama mundið var Michael Monberg í Føroyum, har ætlanin var at fáa kjak á skrá, um hvørt føroyingar skuldu halda fram at drepa og eta grind.

Sambært DR byrjaði fundurin hjá Veganaraflokkinum á middegi, og yvirhøvur skal takast støða til tveir spurningar:

Um útihýsingin av Henrik Vindfeldt skal takast aftur, og

Um álit er á sitandi leiðslu í flokkinum, ella um hon skal fara frá.

Fundurin er ikki opin fyri almenninginum, og miðlarnir hava heldur ikki fingið atgongd til fundarhølið, sigur DR.