Kreativur stjóri í Pandora á TONIK 2024

Beth Larsen stendur í dag á odda fyri slóðbrótandi skræddaraseymaðu loysnunum hjá Pandora

Fríðmundur Nattestad
7. apríl 2024 kl. 15:00

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætla til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Beth Larsen, sum er stjóri fyri skræddaraseymaðar loysnir hjá Pandora prýðislutum.

Við meira enn 16 ára royndum vil data riknum kundaupplivilsum, hevur Beth arbeitt vil nøkrum av heimsins leiðandi fyritøkunum gjøgnum hennara arbeiðslív, millum annað fyritøkum sum Unilever, Ford og IKEA.

Við hennara umfatandi royndum í at menna samskiftisloysnir, kundaupplivilsir og keypsferð, ger hon í dag slóðbrótandi skræddaraseymaðu loysnirnar hjá Pandora.

Pandora er heimsins stórsta vørumerki innan prýðislutir. Fyritøkan hugsavnar seg um at skapa eitt sterkt samband millum kundaupplivingar, innihald, tekniskar loysnir, arbeiðsmodellir og handilslig krøv.

Gjøgnum KT skipanina hjá Pandora, kann kundin sjálvur skapa sín heilt serliga prýðislut. Holistiska tilgongdin til vørmerkið, eru søgufrásagnir, sum eru lykilin til at byggja og røkja alskin til vørumerkið Pandora.

Pandora er serliga kent fyri skræddaraseymaðu armbondini, sum flest øll hava ráð til, og har øll kunnu sniðgeva eftir egnum ynskjum. Ikki eitt armband er eins. Slagorðið hjá Pandora er “Ógloymandi løtur”, tí tey trúgva, at sermerkið hjá hvørjari kvinnu er er skapt av serligum minniligum løtum, sum tær hava upplivað gjøgnum lívið.

Prýðislutirnir hjá Pandora skulu umboða kærleika, passión og støð í lívinum hjá fólki gjøgnum prýðislutir, sum eru sniðgivnir at minnast hesar løturnar. Til dømis kann man keypa Eiffeltornið sum eitt viðhang til armbandið, sum t.d. gevur meining, um man hevur verið í París.

Hvørt armband kann hava upp til 7 viðhang. Hvørt viðhang hevur sína serligu persónligu søgu hjá hvørjum kunda. Á henda hátt kann man siga sína serligu lívssøgu gjøgnum gimsteinarnar á armbandinum frá Pandora.

Frá at vera ein lokal donsk prýðisluta fyritøka, er Pandora vaksin til at vera ein av heimsins størstu prýðislutafyritøkum í meira enn 100 londum og við yvir 20.000 starvsfólkum. 70% av prýðislutunum hjá Pandora eru hálsbond og armbond. Ikki ein prýðsilutur er eins og tað ger Pandora so serligt. Visiónin hjá Pandora er at verða heimsins mest elskaða.

Skræddaraseymaða upplivilsið hjá Pandora hevur Beth Larsen verið við til at skapt gjøgnum CX upplivilsir.

Á TONIK 2024 fer Beth Larsen at siga frá hennara spennandi søgu um ferðina hjá Pandora.

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo