Kravboð: Sletta tíni Twitter-boð ella fært tú dagbøtur á 186.000 krónur

Niðurlendskur politikkari hevur fingið 48 tímar til at sletta Twitter-boð, har hann samanber ókoppsett við jødar undir Holocaust

Sigurjón Einarsson
16. desember 2021 kl. 10:55

Eitt áhugavert kjak hevur tikið seg upp í Niðurlondum, eftir at ein niðurlendskur politikkari hevur fingið hesi kravboðini í kjalarvørrinum av Twitter-boðum, har hann samanber ókoppset fólk við jødar undir Holocaust:

– Antin slettar tú boðini ella fært tú dagbøtur á 186.000 krónur.

Tað hevur ein niðurlendskur dómstólur avgjørt, skrivar BBC.

Í uppslagnum á sosialum miðlum skrivar høgrasinnaði politikkarin Thierry Baudet, at tey ókoppsettu eru “teir nýggju jødarnir”, meðan fólk, sum ikki látast at síggja mismunin eru “teir nýggju nasistarnir”.

Samanlíkningin hevur fingið sinnini í kók bæði hjá eftirkomarum hjá teimum, ið komu undan Holocaust við lívinum og jødiskir bólkar, sum hava stevnt politikkaran, ið er formaður fyri flokkin, Forum fyri Demokrati.

Eisini hevur kjak tikið seg upp í Niðurlondum, hvar markið fyri talufrælsi er, men tað vil dómstólurin, sum hevur tikið hesa avgerð, ikki finna seg í.

Tí eru kravboðini til Thierry Baudet; “at antin slettar tú tínar dagføringar innanfyri 48 tímar – ella skalt tú gjalda dagbøtur á 186.000 krónur.

Thierry Baudet hevur nú slettað sínar dagføringar, men tað hevur hann gjørt undir mótmæli.