Krabbameinsrakti Sven-Göran Eriksson fær sín Liverpool dreym uppfyltan

Fyrrverandi venjarin skal standa á odda fyri Liverpool í einum vinardysti

Fríðmundur Nattestad
13. februar 2024 kl. 14:58

Svenski Sven-Göran Eriksson hevur fyri stuttum greitt frá, at hann altíð hevur droymt um at standa á odda fyri Liverpool, og nú fær hann dreymin uppfyltan.

Enska felagið kunnger á heimasíðu sínari í dag, at Eriksson fer at standa á odda fyri einum liði, við ymsum Liverpool legendum, sum skal spæla ein vinardyst ímóti Ajax. Talan er um dyst, sum verður leiktur fyri vælgerðandi endamál.

Eriksson skal deila venjarauppgávuna við Liverpool hetjurnar Ian Rush, John Barnes og John Aldridge.

76-ára gamli sviin hevur krabbamein í brisinum, og greiddi frá í Sveriges Radio í januar, at hann í besta føri hevur eitt ár eftir at liva.

Seinni hevur hann greitt Sky News frá um sín kærleika til Liverpool.

- Pápi mín er enn á lívi og er Liverpool fjeppari. Eg eri eisini sjálvur Liverpool fjeppari, og tað havi eg altíð verið. So eg havi altíð havt eitt ynski um at gerast venjari hjá Liverpool, men tað fer so ikki at henda nú, segði Eriksson.

Nú gerst ynski hjá Eriksson tó veruleiki, hóast talan ikki er um ein dyst av týdningi.

Sven-Göran Eriksson var venjari hjá enska landsliðnum frá 2001 - 2006. Harafturat hevur hann verið venjari hjá millum annað Manchester City, AS Roma og Benfica.

/ritzau/