Koyrdu alt ov skjótt í Norðoyatunlinum
Annars hevur løgreglan havt tað friðarligt
Áki Bertholdsen
7. oktober 2024 kl. 07:41
Hetta seinasta samdøgurið hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Men í gjár vóru tvey í tveimun umførum, og kannaði ferðsluna.
Fyrst vórðu ferðmátingar gjørdar í Norðoyatunlinum og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt.
Tveir av teimum fáa klipp í koyrikortið fyri at koyra gott og ein koyrdi næstan 120 kilometrar um tíman, so hann missur koyrikortið treytað.
Stutt eftir var løgreglan á ferð í miðøkinum og kannaði eftir um bilførarar vóru ávirkaðir av rúsdrekka ella av rúsevnum.
Í tí sambandi vórðu 10 bilar steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir.