Koyrdu alt ov skjótt í Hovstunlinum

Ein bilførari misti koyrikortið

Áki Bertholdsen
28. apríl 2024 kl. 09:47

Tíðliga í gjárkvøldi gjørdi løgreglan ferðmátingar í Hovstunlinum. Tað er ein breiður og ljósur tunnil, sum er góður at koyra ígjøgnum, so har er løgreglan regluliga og ger ferðmátingar.

 Tað er sjáldan til fánýtis, og tað var tað heldur ikki í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt tí teir koyrdu allir yvir 100 kilometrar um tíman, hóast tað bara er loyvt at koyra 80. 

Tríggir bilførarar koyrdi ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman og tað fáa teir klipp í koyrikortið fyri - afturat bótini.

Men tann fjórði bilførarin koyrdi 115 kilometrar um tíman og hann missur koyrikortið treytað, afturat tí, at hann fekk bót. Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum, annars sleppur hann ikki at koyra bil longur.