Koyrdi við kenning - og ongum koyrikorti

Løgreglan hevur gjørt fleiri ferðslukanningar í gjár

Áki Bertholdsen
18. januar 2025 kl. 09:20

Í gjár gjørdi løgreglan fleiri ferðslukanningar og tað bleiv dýrt hjá tveimum bilførarum.

Í Eysturoynni varð ein bilur steðgaður fyrrapartin í gjár og tá ið viðurskiftini hjá bilføraranum vórðu kannað, vísti tað seg at hann hevði einki koyrikort.

Tað er rættiliga dýrt at koyra við ongum koyrikorti, tí fyrstu ferð ein verður tikin fyri tað, kostar tað 5.000 krónur í bót. Men hesin var eisini ávirkaður av rúsdrekka, og revsingin fyri tað kemur so oman á.

Nú er koyrandi í Sandoynna, so tey skulu helst venja seg við at løgreglan verður oftari at síggja har enn tey eru von við.

Og beint eftir midnátt gjørdi løgreglan eina ferðslukanning í Sandoynni og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.