Mitt í nátt ringdi ein bilførari norðan fyri til Løgregluna at boða frá, at hann hevði verið í einum ferðsluóhappi.
Men áðrenn løgreglan fekk allar upplýsingarnar, slitnaði sambandið og tá ið løgreglan ringdi aftur, var einki svar.
Men tey høvdu roknað seg nøkunlunda fram til, hvar hann var staddur, so tey sendu løgreglubil at leita.
Tað var næstan eingin ferðsla, so tá ið løgreglufólkini sóu ein bil koma ímóti teimum, varð hann steðgaður og løgreglan sigur, at tað vísti seg at vera bilførarin, sum hevði ringt.
Men sum tey tosaðu við hann, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka og løgreglan hevur illgruna um, at hann eisini var ávirkaður av rúsevnum.
Bilurin hevði ikki fingið nevniverdan skaða, men hann greiddi frá, at hann hevði koyrt seg fastan í hálkuni og tí ringdi hann eftir hjálp. Men so var hann sloppin avstað kortini.
Løgreglan sigur, at nú er bóðroynd tikin av bilføraranum har tað verður kannð um hann hevur rúsdrekka og rúsevni í blóðinum.