Koyrdi sum eitt ørt - við ongum koyrikorti

Ein bilførari fær minst eina heila mánaðarløn í bót

Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 09:27

Í gjár kom ein bilførari eftir Fuglafjarðarvegnum. Hann koyrdi so skjótt, at hann næstan bað um at verða tikin. Løgreglan legði eisini merki til hann og tá ið ferðin varð máld, vísti tað seg, at hann koyrdi heilar 129 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.

Hetta varð bilføraranum ein dýr søga, tí tá ið løgreglan sló hann upp á telduni, vísti tað seg, at hann hevði heldur ikki koyrikort.

Hann hevði mist tað frammanundan og tað var so stutt fráliðið, at hann hevði ikki kunnað tikið tað aftur.

Nú verður tað so upp aftur longri til hann kann taka koyrikortið aftur. Men at koyra í frádømingartíðini verður serliga hart revsað, tí fyrstu ferð er bótin ein heil mánaðarløn - eftir at skatturin er goldin.

Harumfram kemur so bótin fyri at koyra skjótt.