Koyrdi so hart at hann fekk koyriforboð

Ungir bilførarar skulu ansa betri eftir enn tey, sum hava havt koyrikortið leingi

Áki Bertholdsen
24. juni 2024 kl. 07:45

Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni og kannaði, hvussu hart bilarnir koyrdu. Teir kannaðu ferðsluna á Oyndafjarðarvegnum og á vegastrekkinum Millum Fjarða, har bilførarar ofta hava lyndi til at koyra hart.

Úrslitið var, at fýra bilførarar fingu bót. Tveir bilførarar koyrdu so hart at teir eisini fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman.

Men so var tað ein bilførari, sum koyrdi heilar 115 kilometrar um tíman. Undir vanligum umstøðum hevði hann mist koyrikortið treytað.

Men hesin bilførarin hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár og tá eru reglurnar strangari. Sostatt fær hann koyriforboð og má taka koyrikortið av nýggjum. Og til hann hevur fingið koyrikortið aftur, kann hann ikki koyra bil.