Í gjár hevur løgreglan gjørt ferðmátingar ymsastaðni í Eysturoynni og í Streymoynni, og har vórðu nakrir bilførarir skrivaðir upp.
Ein bilførari varð tikin á Fuglagjarðavegnum ímillum Norðragøtu og Kambsdal. Har er loyvt at koyra 80, men hesin koyrdi 106 kilometrar um tíman, og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.
Á Høvdavegi í Leirvík, har tað er loyvt at koyra 50, vórðu tveir bilførarar tiknir og teir vórðu skrásettir fyri at koyra beint undir 80 og tað gevur teimum eisini hvør sítt klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa bót.
Men so var løgreglan eisini á strekkinum ímillum Leynatunnilin og rundkoyringina til Vágatunnilin og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra púra ørt.
Hann koyrdi ikki minni enn 160 kilometrar um tíman og tað er tvær ferðir so nógv, sum loyvt er, tí har er loyvt at koyra 80. Hann missur koyrikortið, umframt at hann fær eina bót upp á 5.000 - 5.500 krónur.