Koyrdi fyrst á ein bil og koyrdi so avstað

Løgreglan leitar eftir einum bilførara, sum var í einum ferðsluóhappi í gjár

Áki Bertholdsen
26. januar 2024 kl. 08:30

Klokkan 17 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Niels Finsensgøtu í Havn, beint við Sjónleikarhúsið.

Løgreglan sigur, at ein bilur var ákoyrdur, men tá ið bilførarin í ákoyra bilinum, fór til síðis at bíða eftir hinum bilføraranum, at tosa við hann um óhappið, varð tað til fánýtis, tí hin bilførarin koyrdi avstað.

Tað var myrkt, ella hálvmyrkt, so hann fekk ikki nummarplátuna á bilinum. Men hann sigur, at talan var um ein svartan bil, helst ein Kia.

Løgreglan leitar nú eftir bilføraranum, og tey heita eisini á hann um at geva seg tik kennar, so at tey fáa avgreitt málið við tryggingina.

Bilurin, sum varð ákoyrdur, fekk nakað av skaða, og tey ivast heldur ikki í, tað hevur hin bilurin eisini fingið.