Koyrdi ávirkaður av øllum møguligum

Løgreglan hevur tikið tveir bilførarar í nátt

Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 13:10

Í nátt hevur løgreglan verið á ferð og í tí sambandi hava tey eisini steðgað bilum fyri at kanna um alt er eftir forskriftunum.

Og tað var tað ikki altíð, tí tveir bilførarar eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir.

Hetta var í Havn og blóðroynd er síðani tikin av teimum og úrslitið av teimum verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður viðgjørt.

Annar bilførarin er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Men verri var hjá hinum bilføraranum. Hann varð fyrst skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, men løgreglan hevði illgruna um, at tað var meiri á vási enn so og tí varð hann eisini kannaður um hann eisini var ávirkaður av rúsevnum.

Og tað var hann, so nú er hann skuldsettur fyri bæði rúsdrekkakoyring og rúsevnakoyring.