Koyr HUSK í skrell!

Tað eru greiðu boðini frá Orkla Care A/S, sum framleiðir væl umtókta náttúruheilivágin og kostískoytið HUSK

Dan Lamhauge
17. apríl 2021 kl. 12:00

Tað var fyrr í hesi vikuni, at 33 tilburðir av herviligu bakteriuni salmonella vórðu staðfestir í Danmark. Trý fólk doyðu av smittuni. Staðfest varð, at bakterian stavaði frá úrdráttum hjá Orkla Care A/S, sum framleiðir náttúruheilivágin og kostískoytið HUSK. Nú heitir fyritøkan á øll um at koyra úrdráttirnar í skrell ella at lata teir inn aftur, har teir eru keyptir.

Við tíðindastovuna Ritzau sigur samskiftisleiðarin í Orkla, Nilsufer Sahin, at í Orkla eru tey skelkaði av støðuni, og at tey hugsa fyrst og fremst um tey avvarandi og tey, sum eru vorðin sjúk.

-Vit kanna alla okkara framleiðsluskipan til fulnar fyri at finna fram til, hvussu bakterian er komin í okkara vørur. Fyri fyrst heita vit tó á øll um at koyra vørur frá okkum í skrell ella at lata tær inn aftur. Takið ongar kjansir, sigur samskiftisleiðarin.

Samstundis lovar hann kundunum sínum, at Orkla fer at gera alt fyri at koma so skjótt út á marknaðin aftur við sínum vørum, men at trygdin kemur í fremstu røð.

Nógvir danir og helst eisini føroyingar brúka HUSK-úrdráttirnar og fáa betri lívsgóðsku av tí. Talan er um náttúruheilivág og kostískoyti, sum fyrst og fremst er gott fyri tarmarnar.