Kostur, rørsla og krabbamein

Nú verður kannað nærri, hvussu nógv kostur og rørsluvanar ávirka vandan fyri at fáa krabbamein

Sigurjón Einarsson
21. november 2021 kl. 21:18

Sjúrður F. Olsen, sum er professari og yvirlækni á Statens Serum Institut og atknýttur Fróðskaparsetri Føroya, fer í næstum saman við øðrum at kanna neyvari, hvussu nógv matur og rørsla ávirka vandan fyri at fáa krabbamein.

Krabbameinsfelagið í Danmark hevur játtað hálva millión krónur til verkætlanina, sum er eitt framhald av kanningum, sum frammanundan eru gjørdar.

Í Danmark og Noregi hava granskarar í tveimum stórum vísindaligum kanningum fylgt 180.000 børnum úr móðurlívi og fram. Tey elstu børnini í kanningunum eru nú 24 ára gomul.

Granskingartoymið ætlar at víðka kanningarnar við so líðandi at savna upplýsingar um kost og rørsluvanarnar hjá luttakarunum. Hetta fer at geva góða vitan um, hvussu kostur og rørsluvanar kunnu ávirka sannlíkindini fyri at fáa krabbamein.

Játtanin kemur frá átakinum Knæk Cancer 2021, sum hevur yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir her.

Kelda: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya/Granskingarráðið