Nógv umrødda lønarlyftið, sum landsstýrið hevur latið starvsfólkunum á umsorganarøkinum, fer at kosta Tórshavnar Kommunu, 13,8 milliónir í ár.
Tað hevur umsitingin hjá býráðnum roknað seg fram til og nú er Tórshavnar býráð samtykt eina eykajáttan til endamálið, tí lagt varð ikki upp fyri hesum í fíggjarætlanini.
– Hóast nntøkurnar av skatti veksa, veksa rakstrarútreiðslurnar eisini orsakað av lønarhækkingum og lønarlyftinum, staðfestir býráðið.
Her er talan um lønarlyftið sum pedagogar heilsuhjálparar og heilsurøktarar fingu og sum kom í gildið tann 1. januar og við eftirløn og gjøldum til Als og Samhaldsfasta, verður hetta mett at kosta tilsamans 13,8 milliónir krónur.