Tað verður ikki fyribils, at skipanin, har ein sálarfrøðingur varð knýttur at skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, heldur fram.
Tað skilst, nú Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, hevur svarað einum fyrispurningi frá partakvinnuni, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Í trý ár hevur skúlin í Klaksvík havt eina royndarskipan har ein sálarfrøðingur hevur verið knýttur at skúlanum.
Henda skipanin hevur verið til næmingar, ið ikki longu eru knýttir at Sernámi, Barnaverndini ella Barna- og Ungdóms Psykiatriini.
Nú er royndartíðin av og tí vildi Eyðgunn Samuelsen hava greiði á, um skipanin við sálarfrøðingi á Skúlanum í Klaksvík, fer at halda fram.
Men tað fer hon ikki - í hvussu so er ikki í fyrstu syftu, skilst á landsstýrismanninum.
Hann sigur, at royndarskipanin er eftirmett og tann eftirmetingin vísir, at lærarnir hava verið glaðir fyri hana tí teir halda hetta hevur verið til gagns fyri teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið.
Hinvegin eru royndirnar, at skipanin hevur ikki víst nakra minking í talinum á næmingum, sum hava tørv á hjálp frá Sernámi, ella sum hava havt brúk fyri undirvísing heima, ella fyri sjúkraundirvísing.
– Við hesum er ikki sagt, at sálarfrøðitænastan ikki hevur verið til gagns hjá teimum næmingunum, sum hava brúkt tænastuna hjá sálarfrøðinginum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at harafturat vísir eftirmetingin, at skipanin hevur verið ein avbyrgd skipan, sum kanska ikki samstarvar nóg væl við aðrar skipanir, uttan, partvís, við heilsufrøðingarnar.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at hesi trý árini hevur royndarskipanin kostað umleið 800.000 krónur.
– Gagnið av henni - sum ikki er staðfest - eigur at verða sett upp ímóti hesi upphædd, sigur landsstýrismaðurin.
– Kostnaðurin fyri ein skúlasálarfrøðing, sum arbeiðir eitt sindur minni enn hálva tíð, er á leið 250.000 krónur. Skal ein sama slag skipan við sálarfrøðingum, gerast kring alt landið, hevði tað kosta umleið fýra milliónir, men skulu sálarfrøðingarnir vera í fullum starvi, kostar tað umlleið átta milliónir.
Djóni Nolsøe Joensen sigur eisini, at áðrenn ein slík skipan aftur verður sett í verk, skal tað verða greitt, akkurát hvat hon skal fevna um.