Kosovo søkir um ES-limaskap

Kosovo hevur nú alment sent eina umsókn um limaskap í ES. Fimm lond í ES viðurkenna ikki Kosovo sum eitt sjálvstøðugt land

Pristina, høvuðsstaður í Kosovo (Mynd: Wikimedia Commons)
Sigurjón Einarsson
15. desember 2022 kl. 12:57

Kosovo hevur nú alment sent eina umsókn um limaskap í ES. Skjalið varð undirskrivað í gjár, mikudagin, í høvuðsstaðnum, Pristina. Umsóknin er undirskrivað av forsetanum, Vjosa Osmani, forsætisráðharranum, Albin Kurti, og formanninum fyri tingið í Kosovo, Glauk Konjufca.

Tað skrivar Al Jazeera.

Men hóast Kosovo nú alment hevur søkt um limaskap, so fer tað væntandi at taka fleiri áratíggju, áðrenn umsóknin verður gingin á møti – um yvirhøvur, meta serfrøðingar, sum Al Jazeera hevur tosað við.

Ein forðing fyri einum ES-limaskapi hjá Kosovo er, at fimm ES-limalond, sum eru Spania, Rumenia, Slovakia, Grikkaland og Kýpros, ikki viðurkenna Kosovo sum eitt sjálvstøðugt land, og at síggja til fara hesi londini heldur ikki at broyta sína áskoðan fyribils. Kosovo hevur eisini eitt umstrítt samband við grannalandið, Serbia.

Kosovo gjørdist sjálvstøðugt land í 2008, men grannalandið, Serbia, sum Kosovo var partur av, viðurkennir heldur ikki Kosovo sum land.

Í Kosovo búgva umleið 1,8 milliónir fólk, og almennu málini eru tvey í tali; albanskt og serbiskt.