Kórsangur í gjónni við Gjógv

Útikonsert við Gøtu Kirkju Ungdómskóri í gjónni við Gjógv

Bryndis Hjartardóttir
19. juni 2020 kl. 08:22

 Sunnudagin verður høvi at hoyra kórsang í gjónni við Gjógv. Tað er Gøtu Kirkju Ungdómskór, sum fer at framføra brellbitar úr komandi summarkonsertini teirra. 

Ungdómskórið úr Eysturoynni hevur, hóast fá ár á baki, megna at vinna seg væl fram í altjóðahøpi og hevur vunnið nógvar viðurslønir á altjóða viðurkendum kórkappingum. Kórið telur 34 sangarar, og kórleiðari er Símun Hammer.

Nú verða tey at hoyra í gjónni við Gjógv, har tey fara at framføra nøkur úrvald kórverk. Seinni í mánaðinum verður stór summarkonsert í Løkshøll við ungdómskórinum. 

Konsertin verður sunnudagin 21. juni klokkan fýra seinnapart.