Koronutíðin hevur verið ein bági hjá teimum, sum stríðast við Parkinson. Tað vísir ein kanning, sum norska parkinsonfelagið hevur latið úr hondum.
Kanningin vísir, at 45 prosent av teimum spurdu hava verið minni aktiv í koronutíðini, og 26 prosent av teimum spurdu hava verið úti fyri, at viðgerðartilboð hava verið útsett. Av teimum 26 prosentunum, ið hava verið úti fyri útsettum viðgerðartilboðum, sigur helvtin, at heilsustøðan er vorðin verri undir koronutíð.
Koronutíðin hevur eftir øllum at døma eisini elvt til ótta, millum tey spurdu, tí ein fjórðingur teirra svara, at tey eru óttafull um heilsustøðuna, nú korona framvegis herjar.
Sambært kanningini hava tey avvarandi verið enn meira stúrin, tí heili 66 prosent um hjúnafeløgum og øðrum sambúgvandi hava verið óttafull um støðuna hjá sínum nærmastu. 43 prosent av teimum avvarandi hava fingið fleiri upggávur við hús í sambandi við at vera um ein, ið hevur parkinson.
Næstan 80 prosent av teimum avvarandi siga seg hava verið minni sosial í koronutíð, og næstan 60 prosent teirra hava rørt seg minni, enn tey plaga.
30 prosent av teimum avvarandi hava eisini kent seg einsamøll í koronutíðini.
Kanningin byggir á samrøður við 882 fólk við parkinson, 225 hjúnafelagar ella aðrar partnarar hjá fólki við parkinson, umframt 78 onnur avvarandi.