Tey ymisku koronufrábrigdini kring heim hava nú fingið nýggj nøvn.
Tað er heimsheilsustovnurin, WHO, ið hevur tikið avgerð um at geva frábrigdunum nýggj nøvn, og frameftir skulu frábygdini eita eftir bókstavum í grikska alfabetinum.
Bretska frábrigdið skal eita alpha, suðurafrikanska frábrigdið skal eita Beta, meðan brasilska frábrigdið skal eita gamma.
Bæði frábrigdini, ið fyrst vórðu funnin í India, eita Kappa og Delta.
Sambært WHO er endamálið við navnabroytingini at gera samskifti kring frábrigdini lættari, men hetta verður eisini gjørt fyri at steðga niðurgering av teimum londum, har frábrigdini vórðu funnin.
Øll frábrigdini varðveita kortini síni vísindaligu nøvn, so sum B.1.1.7, sum er bretska frábrigdið.
Tað var eisini WHO, sum í februar í fjør gjørdi av, at heimsfarsóttin, ið var farin at gera um seg, skuldi eita Covid-19. Farsóttin, ið hevði sín uppruna í býnum Wuhan í Kina, varð ofta kallað Wuhan virus, ella Kina ella kinesiskt virus, og hildið varð, at hetta kundi elva til rasistiska og aðra vanvirðiliga viðferð av asiatum. WHO gjørdi tí av, at farsóttin skuldi eita Covid-19, ið er ein samanseting ac CoronaVirus Disease 2019.