Koronufarsóttin: Ov stórt trýst á sjúkrahúsverkið í Slovakia

Tað er so stórt trýst á sjúkrahúsverkið í Slovakia, at koronusjúklingar nú verða flogin til Týsklands

Sigurjón Einarsson
6. mars 2021 kl. 18:17

Slovakia er so hart rakt av koronufarsóttini, at landið nú biður onnur lond um hjálp

Póland hevur longu játtað at taka móti koronusjúklingum úr Slovakia, ið upplivir sína triðju bylgju av virusinum, og nú traðkar Týskland eisini til.

Tað skrivar heimasíðan hjá DR.

Uttanríkisráðharrin í Slovakia, Ivan Korcok, skrivar á Twitter, at sjúkrahús í týska landspartinum, Nordrhein-Westfalen, hevur játtað seg at taka móti koronusjúkum slovakum.

Eitt flogfar úr Slovakia lendir nú seinnapartin í Dortmund, og uttanríkisráðharrin er takksamur fyri hjálpina úr Týsklandi.

- Slovakia ynskir at takka Týsklandi og fólkinum í Nordrhein-Westfalen fyri hjálpina, at til ber at senda koronusjúklingar til viðgerðar á sjúkrahúsum har, skrivar uttanríkisráðharrin, Ivan Korcok.