Koronasmitta staðfest umborð á Norrønu
Norrøna er ávegis til Føroya, men hon hevur ein óbodnan gest við á heimferðini. Koronasmitta er staðfest umborð
Sigurjón Einarsson
18. oktober 2020 kl. 22:56
Koronasmitta er staðfest umborð á Norrøna. Tað er stutta viðmerkingin, ið Dimmalætting hevur fingið frá Smyril Line.
Norrøna kemur inn á Havnina í morgin árini sum vanligt, verður sagt frá Smyril Line. Meira er ikki at frætta í løtuni.
Dimmalætting hevur roynt at fingið samband við stjóran í Smyril Line, Rúna V. Poulsen, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á honum.
Vit dagføra so skjótt vit frætta nakað...