Korona vaksandi í Grønlandi

Grønland hevur verið mest sum koronufrítt í eitt ár, men nú ger smittan um seg, og talið á smittaðum veksur.

Katrin Erlendsdóttir
6. juni 2021 kl. 10:58

Fyri tveimum vikum síðani bleiv smitta funnin hjá tveimum persónum, ið komu til Grønlands úr Danmark. Stutt eftir var ein annar persónur kannaður positivur við koronu, og síðani hevur smittan spreitt seg nakað. Í løtuni eru níggju smittutilburðir í Grønlandi. Tað vísir seg, at fleiri teirra eru starvsfólk á flogvallarbyggiøkinum hjá Munck Group í Nuuk, har 80 fólk starvast. Hetta skrivar Jyllands-Posten.

Øll tey níggju smittaðu eru í Nuuk. Myndugleikarnir har hava valt at seta øll starvsfólk á byggiøkinum til nýggja flogvøllin í sáttarhald, og har ber ikki til hjá fólki at koma hvørki inn ella út av starvsfólkaøkinum.

Grønland hevur havt strangar reglur um landamarkið og hevur havt fáar smittutilburðir hetta seinasta árið.

Síðan 1. juni hevur tað verið loyvt upp í 810 ferðandi at flúgva til Grønlands um vikuna. Hetta er treytað av, at tey ferðandi hava negativa test at vísa á áðrenn flogferð og fara í sóttarhald í fimm dagar eftir komu. Síðani skulu tey aftur lata seg kanna á fimta degi. Um fólk ikki lata seg kanna aftur á fimta degnum eftir komu, skulu tey vera í sóttarhaldi í 14 dagar.

Hetta er galdandi fyri 12 teir størstu býirnar í Grønlandi. Í fleiri av teimum smáu bygdunum er langur vegur, um tú skalt á sjúkrahús, og tí eru aðrar reglur galdandi har.