Korona tekur lívið av náttarlívinum í Klaksvík

Ein av eigarunum av Maverick Barr í Klaksvík, er bangin fyri at skjótt verður bara eitt skeinkistaðið í býnum

Ari av Rana
23. januar 2021 kl. 13:20

Heldur verandi støða fram, verður bara eitt skeinkistað eftir í Klaksvík. So avgjørdur er Símun á Høvdanum, sum er ein av eigarunum í Maverick Barr.

Símun greiðir frá, at avgerðin um at avlýsa stóru tiltøkini, sum hvørt ár eru í Klaksvík, hevur gjørt, at inntøkumissurin er so stórur, at tað verður torført at halda áfram við barrvirkseminum, um vend ikki kemur í skjótt.

Símun á Høvdanum greiðir frá, at í ringasta føri verður neyðugt at umskipa virksemi í Maverick til matstovuvirksemi, og so er bara eitt skeinkistað eftir í Klaksvík.

Lesið alla greinina við Símuni á Høvdanum, í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum ella við at trýsta á leinki niðanfyri.

Haldari her: Maverick gerst møguliga matstova