Korona: Talið á deyðum í USA nærkast nú av álvara 100.000

Ein av allarfyrstu døgunum, og tað vil siga í dag ella í morgin, fer talið av teimum, sum eru deyð við korona í USA, upp um 100.000. Eisini tá deyðstalið verður mált í mun til fólkatal liggur USA høgt á listanum

Sveinur Tróndarson
25. mai 2020 kl. 16:48

Líkamikið, um vit eru samd ella ósamd um mátan at lata landið uppaftur uppá, so kunnu vit ikki annað enn vera samd um, at korona-smittan ikki fekk ta herviligu gongd í Føroyum, sum fryktað var fyri.

Tann 22. mai var akkurát ein mánaði liðin, síðan seinasta tilburðin av smittuni, og harumframt hava vit verið so heppin, at eingin er deyður við korona í Føroyum. Og sum rosinan í pylsuendanum, so hava vit heldur ikki havt tær ógvusligu innleggingarnar, sum vit hava sæð aðrastaðni.

Heilt so væl hevur tað ikki gingið í hond í USA, har talið av smittaðum ivaleyst fer upp um 1,7 milliónir fólk, og hóast tað búgva 330 milliónir fólk í USA, er landið nú á 12 plássi, tá talið av smittaðum verður mált í mun til fólkatalið.

Íalt eru 0,5 prosent av amerikanska fólkinum smittað við korona, og tað merkir í grundini, at USA hevur yvirhálað Føroyar í tí listanum.

Eisini tá tað kemur til deyðstøl, er USA ovarlaga á listanum. Í absoluttum tølum er USA so langt fremst á listanum, og tað verður antin í dag ella í morgin, at amerikanarar mugu staðfesta, at fleiri enn 100.000 fólk eru deyð við korona.

Næst á tí listanum er Stórabretland, har sløk 37.000 fólk eru deyð.

Samanlagt hava nú umleið 5,5 milliónir fólk verið smitta við korona og av teimum eru umleið 350.000 fólk deyð.