Í tríggjar vikur nú hevur Heilsustýrið heitt á fólk um at siga frá um tey hava koronu og hava kannað seg.
Heilsustýrið sigur, at hóast tølini skulu takast við stórum fyrivarni, eru ábendingar um, at smittustøðan ikki er versnað.
Upplýsingarnar, Heilsustýrið regluliga fær frá sjúkrahúsverkinum, vísa, at talið á innløgdum sjúklingum, sum hava koronu hevur staðið í stað hesar seinastu fýra vikurnar.
Samstundis eru tað færri fólk, sum sjálvi hava boðað frá, at tey hava koronu.
Talvan vísir gonhdina hesar seinastu vikurnar, síðani mánaðarskiftið apríl-mai, til í farnu viku. Bláa strikan eru fráboðanirnar frá sjúkrahúsunum og hin strikan eru fráboðanirnar frá fólki, sum hava kannað seg
Sum so kann tað tó ikki brúkast sum grundarlag fyri einari avgjørdari niðurstøðu um gongdina, tí eingin vissa er fyri, at fólk boða frá, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum.
Kortini er hann fegin um, at fólk hava tikið undir við áheitinin um at siga frá og hann takkar fólki fyri, at tey hava ómakað sær at siga frá.
– Tí sjálvt um fráboðanirnar ikki geva eina greiða mynd av smittustøðuni, geva tær kortini nakrar ábendingar um støðuna, sigur hann.