Ongi úrslit

Korona: Smittuprosentið í gjár var 3,8

Talið av tilburðum eftir kanningarnar í gjár endaði á 58 og tað er høgt av tí at bara 1.521 kanningar vóru gjørdar í gjár

Sveinur Tróndarson
5. desember 2021 kl. 17:43

Tað vórðu skrásettir 58 nýggir smittutilburðir eftir koronakanningarnar í gjár.

Tað er ikki so stór broyting í mun til talið dagarnar frammanundan, men tað er kortini høgt, tá hugt verður eftir smittuprosentinum.

Tí í gjár vóru bara 1.521 kanningar gjørdar, og tað gevur eitt smittuprosent uppá 3,8 fyri dagin í gjár. Og tað er nógv hægri enn myndugleikarnir vilja hava.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur í fleiri umførum sagt, at myndugleikarnir vilja hava eitt smittutal er lægri enn 1,5, men tí talinum eru vit langt frá nú.

Í løtuni eru 540 fólk smittað við koronu og seks fólk eru innløgd. Tað hava verið 13 deyðsføll í samband við koronu higartil.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

Í gjár kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

16 tímar síðan