Vit hava vaskað og sprittað hendur og yvirflatur í yvir eitt ár, men nú eru serfrøðingar komnir fram til, at hetta næstan ikki minkar um vandan fyri at fáa Koronu.
Sambært bæði amerikonskum og enskum kanningum er tað sjáldan, at koronasmitta ferðast gjøgnum hendurnar, ella tí vit hava nortið við okkurt. Smittan ferðast í nógv størri mun gjøgnum luftina. Hetta skrivar Jyllands-Posten.
Ein av kanningunum kemur frá Centers for Disease Control and Prevention í USA, og sambært henni er vandin fyri at verða smittaður frá kontaktflatum nógv minni, enn vit áður hava hildið.
Hetta heldur Søren Riis Paludan, professari á Instituttinum fyri biomedisin á Universitetinum í Aarhus, eisini vera rætt, og hann heldur, at vit eiga at broyta leiðreglurnar um reinføri.
- Eg eri púra samdur í, at vit her heima eisini eiga at melda út, at smittuvandin frá yvirflatum er nógv minni enn frá luftbornari smittu. Tí kunnu vit á flestu støðum umhugsa at minka um reingerð av yvirflatum til eitt støði, sum tað var áðrenn farsóttina, sigur hann við Jyllands-Posten.
Eisini professarin Jan Pravsgaard Christensen frá Instituttinum fyri immunologi og mikrobiologi á Keypmannahavnar Universiteti er samdur í hesum.
CDC í USA hevur longu broytt leiðreglurnar fyri, hvussu yvirflatur eiga at verða reingjørdar, tá tað kom fram, at vandin fyri at verða smittaður við Koronu, eftir at hava rørt við eina yvirflatu, er minni enn 1 út av 10.000, skrivar The New York Times sambært Jyllands-Postinum.
Teir báðir donsku professararnir leggja dent á, at fólk eiga framvegis at vaska hendur og gera reint, og at gott reinføri framvegis er týdningarmikið, eins og tað altíð hevur verið. Men avstandur og munnbind eru avgerandi, tá koronasmitta skal minkast.