Ongantíð áður uppá eitt samdøgur hava so nógvir danir fingið at vita, at tey eru smittað við koronu.
Fyri løtu síðan kunngjørdi danski Serumstovnurin, SSI, at íalt 11.194 fólk seinasta samdøgrið hava fingið at vita, at eisini tey eru smittað við koronu. So høgt hevur smittutalið ongantíð verið áður.
Tað hevur gingið tann vegin, at donsku tølini fóru at hækkað, serliga eftir at nýggi varianturin eisini kom til Danmarkar, og hósdagin var fyri fyrstu ferð nýtt met sett, tá smittutalið var 9.999 fólk fingu at vita, at tey vórðu smittað.
Men tað metið reyk longu dagin eftir, og so ruddiliga eisini, tí talið í gjár var 1.195 fólk hægri enn tað var hósdagin.
Stóra avbjóðingin allastaðni er, at smittutalið er so øgiliga høgt. Her heima hava læknarnir sagt, at smittuprosentið helst ikki skal upp um 1,5, men í gjár var føroyska smittuprosentið beint omanfyri 2,0.
Tað er tó lítið av miklum, um vit samanbera við Danmark, tí har var smittuprosentið í gjár beint omanfyri 5,0, ella gott og væl tríggjar ferðir hægri enn tað, sum læknarnir høvdu ynskt at tað var.
Samanlagt gjørdu danir 222.768 PCR-royndir í gjár og av teimum vóru altso 11.194 fólk smittað við korona.
Í løtuni eru 518 fólk innløgd á donsk sjúkrahús við koronu. Av teimum eru 63 innløgd á intensiv og 37 av teimum 63 liggja við andingartóli. Í Danmark hava 3.054 deyðsføll verið í samband við korona.