Í næstan eina viku hava yvir 500 nýggir smittutilburðir av koronu verið í Danmark, og nú kanningarnar frá í gjár eru gjørdar upp, eru 609 nýggj smittaði hetta seinasta samdøgrið.
Hetta er fyrstu ferð síðani tíðliga í juni, at yvir 500 nýggir tilburðir hava verið um dagin í seks dagar á rað, skrivar Ritzau.
Vit eiga tó ikki at vera stúrin, sigur Kasper Karmark Iversen, professari á Keypmannahavnar Universiteti og yvirlækni á Herlev-Gentofte Sjúkrahúsi. Nógv størsti parturin av teimum smittaðu eru ung fólk, og vit koppseta í stórum tali. Tey veiku og eldri eru øll liðugt koppsett, leggur hann afturat.
Tað var væntandi, at talið á smittaðum fór at økjast í mun til seinastu dagarnar. Vit hava eina farsótt í menning, sigur hann, men tølini fara at minka aftur, hóast tað kann taka sína tíð, til tað hendir.
29 fólk í Danmark eru nú innløgd í sambandi við koronu, og tað eru fleiri, enn tað hava verið seinastu tíðina. Tó er tað lítið í mun til tey næstan 1000, sum vóru innløgd, tá korona var uppá tað mesta í Danmark.
39,8 prosent av dønum eru liðugt koppsettir, meðan 62,6 prosent hava fingið fyrra prikið.
Tað er áleið tað sama sum í Føroyum. Her eru 40,9 prosent liðug við sínar koppsetingar, og 59,6 prosent eru koppsett einaferð.