Koronusmittutølini eru vaksandi í Evropa, og tað eru tey eisini í Danmark, har alsamt fleiri fólk verða smittað og eisini fleiri eru innløgd til sjúkraviðgerð fyri koronu.
Danska forsætisráðharrakvinnan sigur, at stjórnin fylgir væl við gongdini og at strangari tiltøk kunnu gerast neyðug. Hon vísur á, at smittan hevur stóra ávirkan á heilsuverkið og samfelagið sum heild. Tí verða tiltøk væntandi sett í verk í næstum, sum skulu basa smittuni og harvið minkað um vandan hjá fólki at verða innløgd til sjúkraviðgerð fyri koronu.
Danska farsóttarnevndin kemur í næstum við tilmælum, sum danska stjórnin skal taka støðu um, skrivar DR.
Millum annað verður nevnt, at koronupassið skal setast í verk aftur, ið skal tryggja, at tað bert eru tey, sum eru koppsett, áður koronusmittað ella fólk við negativari kanning, ið kunnu fara til tiltøk og inn á matarstøð, barrir og so framvegis.
Serfrøðingar siga, at, við at seta krav um koronupass í gildi aftur, so verður smittuketan brotin og samfelagið kann framvegis vera opið.
Millum politisku flokkarnar í Fólkatinginum eru deildar meiningarnar um, hvørt koronupassið ella strangari tiltøk skulu setast í verk, fyri at byrgja upp fyri koronufarsóttini.