Hóast ómetaliga strangt eftirlit við mørkini síðani 2020 er korona nú komið til heimsins mest avbyrgda land, har 42 fólk eru deyð, 324.550 eru undir viðgerð, og tilsamans 820.620 eru smittað. Tað kunnger norðurkoreanski statsmiðilin, KCNA, sum eisini boðar frá, at allir landslutir og býir eru niðurstongdir, og samfullir bústaðir eru avbyrgdir hvør frá øðrum.
Sambært leiðaranum, Kim Jong Un, hevur sjúkan hevur skapað nógv óró í landinum.
Hósdagin kunngjørdi Norðurkorea á fyrsta sinni, at korona varð staðfest í tjóðini. Hetta var í høvuðsstaðnum, Pyongyang, og síðani hevur tað gingið skjótt fyri seg við smittuspjaðingini. Tað er Omicron varianturin, sum ger um seg.
Norðurkorea liggur upp at Kina og Russlandi fyri norðan og Suðurkorea fyri sunnan, og nýggj tilboð eru komin bæði úr Beijing og Seoul um at lata einaræðisharrastýrdu tjóðini koppsetingar, hóast Norðurkorea fyrr hevur takkað nei til tær. Heilsuverkið í Norðurkorea er eitt tað vánaligasta í heiminum, faktist tað triðvánaligasta.
Ávaringar eru komnar úr USA og frá suðurkoreansku grannunum um, at Kim Jong Un hevur ætlanir um at gera eina nýggja royndarspreinging av kjarnorkubumbu, tað verður so tann sjeynda í røðini, og at høgu smittutølini kunnu freista leiðaran at framskunda spreingingina fyri at draga uppmerksemið hjá norðurkoreanska fólkinum burtur frá heilsustøðuni.
Keldur:
https://edition.cnn.com/2022/05/14/asia/north-korea-covid-outbreak-explainer-intl-hnk/index.html
https://www.ndtv.com/world-news/north-korea-coronavirus-north-korea-covid-north-korea-coronavirus-cases-north-koreas-explosive-covid-outbreak-820-620-cases-in-3-days-2977028#pfrom=home-ndtv_topstories