Korona: Kann raka allar aldursbólkar

Tað er ymiskt hvussu smittan rakar okkum, og tí mugu vit øll ansa eftir okkum og okkara, sigur danskur yvirlækni

Bryndis Hjartardóttir
30. mars 2020 kl. 15:34

Tað hevur ljóða, at Covid-19 fer ringast við gomul fólki og fólk við ávísum kroniskum sjúkum. Hetta er enn satt, men nú boðar yvirlækni á donskum sjúkrahúsið frá, at eisini ung fólk, ið annars eru væl fyri kunnu rakast hart av sjúkuni.

Yvirlækni á Aarhus Universitetssjúkrahúsinum, Lars Østergaard fortaldi í filmsbrotið á facebooksíðuni hjá sjúkrahúsinum, at tey á sjúkrahúsinum hava fólk heilt niður í 25 ár liggjandi á teirra intensivdeild og í resporator. Fleiri av teimum, sum liggja á intensivudeildini í Aarhus eru í yngra aldursbólkinum og mett sum annars frísk fólk, fortaldi hann. Tí hetti yvirlæknin á fólk um at ansa sær og sínum, óansæð aldur og heilsustøðu.

- Sjúkan rakar summi verri enn onnur, men vit síggja eisini yngri og fólk um miðan aldur, sum áður ikki hava bila nakað, men sum gerast álvarsliga sjúk, sigur hann við TV2. 

Tey, sum liggja á universitetssjúkrahúsinum í Aarhuus eru millum 25 og 70 ár, og fleiri av sjúklingunum vóru áðrenn mett at verða frísk og væl fyri. Hetta víkur frá teimum tilburðunum, sum annars vóru at síggja í Italia og í Kina, og hetta yvirraskar yvirlæknan, sambært TV2. Eisini í høvuðsstaðarøkinum sær man líknandi tilburðir upplýsir tíðindastovan.

Sambært nýggjastu tølunum frá Statens Serum Institut eru 119 danir, smittaðir við Covid-19, innlagdir á intensivdeildum og í respirator. Talið av innløgdum sjúklingum er 533.