Korona í Neista-hópinum útsetti dystin millum Neistan og VB nakrar dagar frammanundan

Steypadysturin millum Neistan og VB skuldi eftir ætlan verið leiktur tann 23. januar, men bleiv tá útsettur til 2. februar, tí Neistaliðið var hart rakt av koronu. Men tá VB var hart rakt av koronu til dystin 2. februar, so bar ikki til at útseta dystin. VB tapti sostatt dystin á skrivaraborðinum

Sigurjón Einarsson
3. februar 2022 kl. 16:50

Tað, ið bar til tann 23. januar í ár, bar nú ikki til tann 2. februar.

Undan steypadystinum í gjár hevði VB boðað frá, at tað fór ikki at bera til at leika dystin, tí korona ger um seg í VB-hópinum í løtuni.

– Vit fáa ikki mannað lið vegna koronu. Báðir málmenninir eru sjúkir, og eini fýra útispælarar, og tá hópurin er so smalur, ávirkar tað okkum nógv, segði formaðurin í VB, Bogi Mortensen, við dimma.fo fyrradagin.

Vegna broyttar mannagongdir hjá Hondbóltssambandinum, bar ikki til at útsetta dystin.

Men tað, ið ikki bar til í gjár, bar til fyrr í ár, tí eftir ætlan skuldi steypadysturin millum Neistan og VB verið spældur í Høllini á Hálsi tann 23. januar, men tá bleiv dysturin útsettur vegna koronu í hópinum hjá Neistanum.

Tá var tað soleiðis, at eitt koronurakt lið hevði møguleikan at útseta sínar dystir, men tann skipanin er nú tikin burtur.

Hondbóltssambandið grundgevur avgerðini fyri at broyta mannagongdirnar mitt í steypakappingini soleiðis, at kappingin skal avgreiðast eina viku undan steypafinaluni, sum er tann 19. februar.

– Tað ber sjálvandi til at flyta finaludagin, men hetta er kortini ikki so einfalt, sum at siga tað, tí atlit skulu eisini takast til onnur tiltøk, aðrar kappingar og nær høllin er tøk, segði Ári Rouch, aðalskrivari í Hondbóltssambandinum, við dimma.fo fyrradagin.

– Eg skilji væl, at Hondbóltssambandið er komið í tíðarneyð, men tað er ikki gott nokk at broyta fortreytirnar mitt í kappingini, sigur VB-formaðurin, Bogi Mortensen.

Sostatt endaði tað við, at ætlaði dysturin millum Neistan og VB, sum eftir ætlan skuldi verða spældur 23. januar, men sum bleiv útsettur til 2. februar, endaði við einum skriviborðssigri til Neistan, ið vann 10-0.

Endaliga støðan í bólki tvey hjá kvinnum sær tí soleiðis út, at Kyndil gjørdist nummar eitt við seks stigum, meðan Neistin – við tveimum skriviborðssigrum móti ávikavist EB og VB – endar á øðrum plássi við fýra stigum. VB endaði á triðja plássi við tveimum stigum.

Kyndil og Neistin eru sostatt víðari til hálvfinalurnar, ið verða leiktar sunnudagin 6. februar.

Skráin sær soleiðis út:

Sunnudagur 6. februar

14.00 Neistin – H71

20.00 Kyndil – Stjørnan

Finalan er 19. februar.