Korona: Fleiri enn 200 milliónir hava nú verið smittað

Sjálvt um føroysku tølini peikað í rættan rætning høkka tølini framvegis í restini av heiminum. Samanlagt hava nú góðar 200 milliónir fólk verið smittað

Sveinur Tróndarson
5. august 2021 kl. 11:07

Eftir eitt tíðarskeið við fallandi smittutølum kring heimin, er talið av koronatilburðum aftur farið at økjast. Ikki tí, at talið er so ógvusligt í sær sjálvum, og støðan er eisini øðrvísi nú, tí so nógv fólk eru koppsett.

Men tó er tað ein sannroynd, at alsamt fleiri fólk vera smittað.

Tað hevur við sær, at samlaða talið av koronatilburðum kring heimin nú er farið upp um 200 milliónir, vísa tølini á heimasíðuni worldometers.info, sum í fjør við eitt gjørdist ein tann mest brúkta heimasíðan, hjá fólki, sum vildu vita meira um hesa ólukku smittu.

Í skrivandi løtu hava 201 milliónir fólk verið smittað og tilsamans eru slakar 4,3 milliónir fólk deyð við korona.

Tað er enn sum áður USA, sum er ovast á listanum yvir smittutilburðir og nú hava 36,2 milliónir amerikarar. Næst á listanum er India við 31,8 milliónum tilburðum og síðan er tað Brasil við góðum 20 milliónum tilburðum.

Her hjá okkum er støðan rættiliga góð, sjálvt um ólavsøka júst hevur verið og nógv fólk hava verið savnað, tí í løtuni eru 22 fólk smittað við korona, og tað sita 58 fólk í sóttarhaldi, tí tey hava verið ov tætt uppá smittað fólk.

Samanlagt hava 987 fólk havt smittuna í Føroyum.