Uttanríkisráðið hevur hert ferðavegleiðingina soleiðis, at alt heimskortið er litað reytt. Tað merkir, at myndugleikarnir nú mæla frá allari ferðing yvirhøvur, og ikki bara ferðing sum ikki er bráðneyðug.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðu síni, dr.dk, við Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra sum keldu.
Seinastu tíðina eru tað bara Bretland og Suðuraftrika, sum hava verið reyð lond, men nýggjastu donsku tilmælini siga nú, at allur heimurin er reyður í donskum eygum.
Broytingarnar hava við sær, at danir seta nógv harðari treytir fyri, hvør sleppur inn í Danmark og hvør ikki sleppur. Tað verður við nýggju tilmælunum broytt til, at tað skal vera ein góð og viðurkend orsøk til, at fólk ferðast til Danmarkar, og harafturat skulu tey hava eina negativa korona-test við sær, sum ikki skal vera meira enn dagsgomul.
Herdu krøvini hava við sær, at tá fólk koma inn í landi, so skulu tey hava eitt heilt serligt tilknýti. Tað vil sig, at tað bara er nærmasta familja ella maki hjá álvarsliga sjúkum fólkum, sum sleppa inn í landið. Tað hevur danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, boðað frá.
Herdu reglurnar eru galdandi til 17. januar og vera eisini hondhevjaðar á donsku mørkunum við útheimin. Tað eru tó undantøk, millum annað fyri tey, sum búgva beint sunnanfyri markið millum Danmark og Týskland.
- Tey sleppa inn í landið, men tey skulu framhaldandi hava eina negativa korona-test, sigur løgmálaráðharrin sambært dr.dk.
Nýggju tiltøkini koma í gildi klokkan fimm seinnapartin í morgin, og tað vera flogfeløgini, sum fáa ábyrgdina av, at ferðafólkini lúka treytirnar, og reglurnar eru eisini galdandi fyri danskar statsbrogarar. Tað vil í stuttum siga, at tær eisini eru galdandi fyri føroyingar.
Tíðindini siga tó einki um skipanin eisini er galdandi fyri ferðing til Danmarkar úr Føroyum.