![](https://dimma.ams3.cdn.digitaloceanspaces.com/images/2022.01.20/image/Bitz til web.png)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Blaðar tú upp á síðu 12 í tilboðsblaðnum hjá Kopp & Kannu frá í síðstu viku – galdandi fram til 15. januar, so sært tú, at handilin selur Bitz-steintoy við glaring, sum einans fæst i Kopp & Kannu, stendur at lesa í tilboðsblaðnum.
Tað er sum so einki løgið í tí, at Koppur & Kanna selur steintoy í sínum handli í Havn, men hyggja vit eftir navninum Bitz, so eru tað summi, ið minnast aftur á sendingina hjá DR, sum eitur Kontant, sum í fjør heyst sendi ein part, ið handlaði um kopivørurnar hjá Christian Bitz undir kikaranum vegna eina sak, sum vardi í fimm ár, har Christian Bitz var undir ákæru fyri at hava kopiera vørur frá einum øðrum framleiðara.
Talan var um tallerkar við breiðum kanti, hankarkrúss og skálir við sprøklutari glaring, ið vóru atvoldin til sakarmálið móti danska føðsluserfrøðinginum Christian Bitz.
Koppur & Kanna Føroyar er limur í donsku innkeypsketuni Kop & Kande Danmark.
Við dimma.fo sigur Birgir Andreasen, stjóri í Ide Møblum, har Koppur & Kanna eisini er partur av, at danska innkeypsketan Kop & Kande syrgir fyri at keypa allar vørurnar inn fyri handlarnar og marknaðarføra hesar í vøruskránni og á annan hátt.
– Vit hava sum so onga ávirkan á, hvat tað eru fyri vørur, ið ketan velur at gera avtalur um, og vísur til stjóran í Kop & Kande Danmark.
Stjórin í Kop & Kande, Peter D. Therkelsen, er skjótur at svara fyrispurningum um vørur hjá Christian Bitz, sum hevur fingið dóm fyri at hava kopiera vørur frá einum øðrum framleiðara.
– Selja tit kopivørur hjá Bitz?
– Nei, vit selja ikki kopivørur hjá Bitz. Tær vørurnar, sum sakin handlar um, eru tiknar úr øllum handlum í juni í 2021 (tá Landsrætturin staðfesti dómin, red.)
– Hvussu kunnu tit vita fyri vissu, at ongar vørur nú ikki eisini er kopivørur?
– Gjøgnum F&H Group (útvegari av Bitz vørum) keypa vit okkara Bitz vørur. Okkara høvuðskontór í Danmark er í tøttum dialogi við útvegaran, og tær vørur, sum hava partur av sakini, eru tikin úr øllum handlum hjá Kop & Kande.
– Tit lýsa javnan við vørum frá Bitz. Heldur tú ikki, at tað kann skaða tykkara umdømi, at tit selja vørur frá Christian Bitz, ið er dømdur fyri at hava kopiera vørur?
– Vit hava í Kop & Kande valt at taka tær vørur, sum sakin handlar um, úr okkara handlum. F&H Group samráðist við fleiri merkir/vørur – eisini frá Bitz, sum okkara kundar framhaldandi spyrja eftir. Okkara høvuðskontór í Danmark hevur fylgt væl við í hesi sak. Í Danmark verða vørur frá Bitz framvegis seldar og marknaðarførdar, og vit í Kop & Kande hava valt at fylgja hesum, sigur stjórin í Kop & Kande Danmark, Peter D. Therkelsen, og sum Kopp & Kanna í Føroyum eisini fylgir, sambært stjóranum í Ide Møblum, Birgir Andreasen.
![](https://dimma.ams3.digitaloceanspaces.com/images/2022.01.20/resized/Bitz síða 12.png)
Sakin í stuttum
Í januar 2016 kemur Christian Bitz og F&H Group á marknaðin við eini steintoy-vørusending undir navninum “Bitz”.
Ein leirsmiður úr Horsens metir, at hesar Bitz-vørur er eitt kopi av hansara vørum. Leirsmiðurin úr Horsens Kasper Würtz velur tí at melda Christian Bitz og F&H Group.
Í mars 2020 kemur danski Sø- og Handelsretten við avgerð, at Christian Bitz og F&H Group hava brotið einkarættin hjá Kasper Würtz. Tapandi parturin velur at skjóta dómin inn fyri Landsrættin.
Í mai 2021 staðfestir Eystari landsrættur dómin, at Christian Bitz og F&H Group hava brotið einkarættin hjá Kasper Würtz. Rætturin kemur eisini fram til, at lagrið av kopi-leirvørum hjá Christian Bitz skal beinast burtur alt fyri eitt, tí hann hevur kopiera vørur hjá einum øðrum framleiðara. Eisini skal Christian Bitz almannakunngera dómin í einum landsdekkandi lívstílstíðarriti.
Christian Bitz og F&H Group søkir Procesbevillingsnævnet um loyvi at sleppa í Hægstarætt við málinum, men Procesbevillingsnævnet kemur til ta niðurstøðu, at tað sleppur Christian Bitz ikki, og tí stendur dómurin við.