Koppsetingarevni gongur undan í menningarlondum

Fleiri menningarlond eru í neyð, nú ikki nokk er av koppsetingarevni at halda fram at koppseta. Serliga er støðan ring ymsastaðni í Afrika, her triða aldan av smittu nú ger um seg

Steinar Patursson
22. juni 2021 kl. 10:10

Tað er ov lítið av koronukoppseting ymsastaðni í heiminum, og í fleiri menningarlondum eru skamtarnir farnir at renna undan.

Tað sigur heimsheilsustovnurin, WHO.

Sambært WHO hevur Covax skipanin veitt um 90 milliónir skamtar til 131 lond, men hetta er langt frá nokk, og nógvastaðni er so lítið av koppsetingarevni, at koppsetingarnar eru um at steðga upp.

Covax er ein skipan, ið varð sett á stovn í fjør at tryggja, at koppsetingarevnið verður latið um allan heim, serliga til tey fátækaru londini.

Tørvurin á koronukoppseting kemur samstundis, sum at fleiri lond í Afrika eru við at fáa eina triðu aldu av koronufarsóttini.

Forsetin í Suðurafrika, Cyril Ramaphosa, hevur eisini nýtt høvið til at heita á ríkaru vesturlendsku londini um ikki at halda alt koppsetingarevnið fyri seg sjálvi.

Í Afrika eru um 40 milliónir skamtar latnir, men hetta er um tvey prosent av øllum fólkinum.

Joe Biden, forseti í USA, segði í gjár, at sum svar upp á trupulleikan er USA sinnað at lata 55 milliónir skamtar at koppsetingarevni til lond, ið hava tørv í á tí. 41 milliónir skamtar skulu latast umvegis Covax skipanina, meðan 14 milliónir skulu latast til lond, ið USA metir hava framíhjárætt onkursvegna.

Hesir 55 milliónir skamtarnir eru aftrat teimum 500 milliónunum, ið USA frammanundan hevur lovað Covax skipanini.