Mikudagin segði Pfizer, at ein vísindalig kanning av tannáringum millum 12 og 15 ára aldur vísti, at koppingarevnið hjá Pfizer er 100% effektivt millum tannáringar.
Albert Bourla, ið er CEO hjá Pfizer, vónar, at børnini í hesum aldursbólkinum kunnu koppsetast áðrenn næsta skúlaár.
Í royndini luttóku 2260 amerikanarar, og tað vísti seg, at hjáárinini yvirorðnað vóru tey somu sum hjá teimum vaksnu.
Læknin Scott Gottlieb er fyrrverandi nevndarlimur hjá FDA (Food and Drug Administration) og limur í nevndini hjá Pfizer. Hann væntar, at tað fer at taka ein mánað hjá FDA at eftirmeta nýggju upplýsingarnar.
Ætla at kanna uppaftur yngri
Pfizer kunngjørdi í síðstu viku, at tey vóru byrjaði at gera kliniskar royndir, har tey royndu koppingarevnið á seks mánaðar gomul børn og upp í 11 ára gomul. Í fyrsta partinum av royndini ætlar fyritøkan at finna fram til bestu skamtanøgdina. Fyritøkan greiðir frá, at børnini fara fyrst at fáa tíggju mikrogram av koppingarevninum, áðrenn nøgdin verður hækkað stig fyri stig.
Allir luttakarirnir í royndini verða undir eftirliti í tvey ár aftaná teirra seinna prik, sigur fyritøkan.
Pfizer segði mikudagin, at tey ætla sær at biðja um eitt ískoyti til teirra núverndi loyvi frá FDA, ið lovar teimum at nýta koppingarevnið á tannáringar úr 12 og upp í 15 ára aldur orsaka av núverandi kreppustøðuni.