Koppingarevni til børn: Pfizer gongur á odda

Koppingarevnini, ið eru á marknaðinum, eru ikki góðkend til børn. Pfizer ger í løtuni kanningar av nýggjum koppingarevni til børn, har tey kanna børn niður í 12 ár.

Katrin Joensen-Næs
14. mars 2021 kl. 18:00

Sambært Statens Serum Institut er bert avmarka dáta um ávirkanina av koppingarevnini fyri Covid-19 á børn. Tí vil Danmark ikki koppseta børn, og gera hetta bert í serligum førum, um børnini eru í serligum vandabólki.  

2000 børn millum 12 og 15 ár hava luttikið í klinisku kanningunum, ið Pfizer er farin undir. Albert Dourla, stjórin hjá Pfizer, væntar, at endaligu úrslitini vera klár beint áðrenn summar. Úrslitini fara síðani at avgerða, um man kann fara í holt við at kanna uppaftur yngri børn.

Moderna er eisini farin í holt við at kanna 12-15 ára gomul, men væntar ikki at kunna leggja gildiga dáta fram fyrr enn í 2022.  

Oxford hevur eisini kunngjørt eina roynd, har tey ætla at royna AstraZeneca koppingarevnið á børn heilt niður í 6 ára aldur

Hinar báðar fyritøkurnar, ið hava kunngjørt royndir, eru Johnson & Johnson og Novavax.  

Ísrael gongur á odda:

Chezy Levy, heilsumálaráðharri í Ísrael, ætlar, at Ísrael skal fara undir at koppseta børn í aldrinum 12 ár og uppeftir í mai-juni. Tað sigur hann í samrøðu við ísraelsku tíðindarásina Channel 12. 

Ísrael hevur longu koppsett 600 børn millum 12 og 16 ár við Pfizer koppingarevninum, tí tey vóru í vandabólki. Hetta snýr seg um børn við diabetes, lungna- ella hjartasjúkur, kreft og sjúkur, ið koma av vánaligari immunverju og fita. Sambært ísraelsku myndugleikunum hava eingin týðandi hjáárin víst seg millum tey koppsettu børnini.

Meðan Ísrael ætlar at byrja koppsetingina í seinasta lagi í summar, so ætlar USA at fara undir at koppseta børn millum 12 til 17 ár í heyst, meðan tey yngru børnini skulu eftir ætlan koppsetast í fyrsta ársfjórðinginum í 2022. Tað segði fremsti heilsuráðgevin í USA og leiðarin av amerikanska National Institute of Allergy and Infectious Diseases, Anthony Fauci, mikudagin til CBS.