Óli Olsen

07.09.2018 10:16

GDPR Skeið - Wired Relations

Vit vóru í hoyna henda góðveðursdagin, 8. august 1959, tá ið bátarnir í Klaksvík fóru at floyta so óført. Orsøkin var konvoyin hjá Kjølbro. Hon legði nú til brots vestur um havið breiða. At síggja skipafylgið fara spakuliga út eftir vágni, meðan afturljóðið frá floytunum hekk millum fjøllini, var hugtakandi og ógloymandi. At hetta var váðaferð, vistu teir, sum fóru, og tey, sum heima sótu, ivaleyst alt um.

Fremst sigldi Karin K, móðurskipið hjá útróðrarbátunum. Hetta var farmaskip hjá Kjølbro. Aftaná sigldu útróðrarbátarnir, tíggju í tali. Glottin úr Klaksvík og Matilda úr Leirvík vóru við á royndarferðini. Bátarnir hjá Kjølbro vóru: Dragasund, Grunningur, Dragin, Eystnes, Eysturhøvdi, Havsbrún, Ørvur og Nevið Reyða. Manningin var tilsamans 134 mans, 42 umborð á móðurskipinum og 92 umborð á útróðrarbátunum.

Jógvan Arge umrøður ferðina í bókini, Teir tóku land 5. Hann nevnir eisini menninar, sum við vóru. Vit nevna skipararnar. Alexander Sigurðsson var skipari á Karini K og leiðari á ferðini. Grunningur: Hans Jensen; Dragasund: Magnus Louis Poulsen; Ørvur: Poul Adrian Andreasen; Nevið Reyða: Kámar Joensen; Dragin: Albin Johannesen; Eysturhøvdi: Andreas Joensen; Eystnes: Arne Joensen; Havsbrún: Jógvan Sigurðsson; Glottin: Ove Sólheygg; Mathilda: Jákup Vatnhamar.

Ferðin vestur um hav gekk væl, tó at teir máttu inn í Vestmannaoyggjunum at kroka. Men tá ið teir komu til Eysturgrønlands, var ísurin so nógvur, at ógvuliga trupult var at sleppa á tær fiskileiðirnar, sum høvdu roynst so væl árið fyri. Roynt varð við snøri og snellu. Teir dagar, roynandi var, var bara væl at fiska. Men ísurin rýmdi ongantíð av fiskileiðunum undir Eysturgrønlandi hetta summarið og tarnaði bátunum almikið.

Summir útróðrarbátar komu illa fyri, av tí at ísurin skrúvaði seg saman um teir. Men hvørja ferð eydnaðist teimum at sleppa leysir aftur. 27. september varð farið at sigla heim, og 6. oktober 1959 vóru teir aftur í Føroyum í øllum góðum. Veiðan var 170 tons av saltfiski. Ísurin fór illa við bátunum, og Klaksvíkar Sleipistøð hevði úr at gera.

Heystið 1960 herjaði Poul Adrian Andreasen, skipari á Ørvi summarið 1959, á aftur til Eysturgrønlands, hesaferð við stóra útróðrarbátinum Polli hjá Kjølbro. Nú var øðrvísi vorðið. Nógvur fiskur og eingin ísur. Tá ið teir seinnapartin í oktober vóru aftur við fullari last, 365 skippundum, sum teir høvdu fiskað eftir 20 døgum við 12 snellum, hitti Norðlýsið Poul Adrian á máli. Hann segði:

”Ja, í ár sást eingin ísur, vit fingu roynt allastaðni, nógvur og hartil góður fiskur. Hevði Karin K og fylgið verið har yviri í ár, so høvdu vit fingið upp í hana í einar 5-6 vikur, tað er einki at ivast í tí. Vit hildu tað vera nógv at fáa, men staðkendir menn mettu árið at vera miðalgott. Har er høgligt at royna, og vit høvdu slættan sjógv hvørja nátt, meðan vit reinsaðu.”

Fuglafjarðar Kommuna - Byggisamtykt