

Konsert við Beinir í Keypmannahavn
Leygarkvøldið 27. apríl framførir Beinir á Hotel Cecil í Keypmannahavn
Fríðmundur Nattestad
7. februar 2024 kl. 13:24
Seinasta fríggjadag lat Beinir úr hondum nýtt staklag, ið kallast Romeo.
Talan er um næsta staklagið av komandi heildarútgávuni hjá unga tónleikaranum. Í fjør útkom lagið Greener.
Leygarkvøldið 27. apríl verður høvið at hoyra Beinir framføra nýggju løgini, tá hann hevur konsert á Hotel Cecil í Keypmannahavn.
Longu nú ber til at fáa ein brellbita av konsertini, tí Beinir hevur lagt eitt sjónband út á sín Facebook vanga, har hann saman við bólki sínum framførir lagið Romeo.