Kongur vísir føroyingum ein stóran heiður

Hetta fer at varpa enn meira ljós á okkara mentanar- og náttúruarv, sigur Tjóðsavnið, nú kongur verður verji fyri Koltur 

Áki Bertholdsen
30. mai 2024 kl. 15:11

Fyrr í dag kunngjørdi kongshúsið, at hansara hátign Fríðrikur kongur 10. verður verji fyri Koltursætlanina hjá Tjóðsavnsinum.

Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at gera eina ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast.

Í høvuðsætlanini eru fleiri smærri og størri verkætlanir innan bæði mentan og náttúru. Ætlanin er at betra umstøðurnar hjá granskarum og starvsfólki at virka í oynni og at betra um møguleikarnar hjá ferðafólki og øðrum vitjandi at uppliva tað, sum oyggin kann bjóða, sigur Tjóðsavni í eini viðmerking.

Fyri at røkka hesum endamáli, er neyðugt at betra um karmarnar í oynni. Hetta verður gjørt við at endurbyggja nøkur av gomlu húsunum Noðri í Gerði og at byggja tveir nýggjar bygningar norðanfyri býlingin.

Endurreistu húsini skulu hýsa framsýningum, bátasmiðju og kaffistovu. Tann eini av nýggju bygningunum skal hýsa einari granskingarstøð og hin skal hýsa setursskúlum, miðlanarvirksemi og aðrari undirvísing.

Tjóðsavnið hevur fingið fígging til verkætlanina, og sáttmáli varð skrivaður við ráðgevarafyritøku í apríl í ár. Væntandi verður arbeiðið boðið út í mars næsta ár, og spaki settur í næsta summar.

At kongur nú verður verji fyri Koltursætlanini, er ein stórur heiður og fer at varpa enn meira ljós á mentanar- og náttúruarv okkara, sigur Tjóðsavnið.