Eftir ætlan skuldu kongshjúnini koma til Føroyar at vitja í næstu viku, frá mikudegnum til fríggjadagin.
Men nú er greitt, at vitjanin verður av ongum á hesum sinni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið avgerð um at útseta kongshjúnavitjanina, sum eftir ætlan skuldi vera í døgunum 12.-14. juni, sigur hann í tíðindaskrivi í dag
Orsøkin er óbroytta støðan við verkfallinum, leggur hann afturat.
– Eg eri sera harmur um, at vit mugu útseta kongshjúnavitjanina, sigur løgmaður.
– Eg veit, at mong við mær hava glett seg til at taka ímóti Fríðrikki kongi og Mary drotning. Fyrireikingarnar hava gingið væl og nógv fólk hava lagt stóra orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá.
Men vitjanin verður flutt og hildin, tá ið umstøðurnar, at hava eina kongaliga vitjan, eru tær røttu, sigur hann.