Herflufsholm hevur í fleiri áratíggju verið ímyndin av einum elituskúla. Tað er á Herlufsholm, at yvirstættin í samfelagnum saman við kongshúsinum hevur fingið sær útbúgving. Herlufsholm er ein privatskúli við ríkari søgu, ið leggur stóran dent á siðvenjurnar á skúlanum. Men hóast skúlin at síggja til, er ein vælvirkandi skúli hjá elituni, so er hetta alt annað enn veruleikin.
Í nýggju heimildarsendingini hjá Tv2 verður greitt frá trupulleikunum á skúlunum. Fleiri av fyrrverandi næmingunum greiða frá einari skúlamentan, sum er merkt av grovari happing og kynsligum ágangi. Samstundis verður eisini greitt frá vánaligu handfaringin av hendingunum á skúlanum. Serliga er tað næmingarnir á triðja árið, ið happa næmingarnir á fyrsta árið á miðnámskúlanum.
Tv2 hevur prátað við 50 fyrrverandi næmingar á skúlanum. Tó er tað einans tveir fyrrverandi næmingar, ið leggja andlit til sendingina. Teir greiða millum annað á frá hendingum, tá næmingar hava verið útsettir fyri grovum harðskapi á miðjari nátt í sovisalinum, har næmingarnir sova.
Ein av næmingunum sum í løtuni gongur á miðnámsskúlanum á Herlufsholm, er prins Christian. Foreldur hansara, krúnprins Frederik og krúnprinsessa Mary, skrivaðu soleiðis í gjár, um sendingina á sosialu miðlunum hjá kongshúsinum:
-Sum foreldur til eitt barn, sum gongur á Herlufsholm, eru vit skelkaði av teimum vitnisburðunum, sum eru komnir fram í heimildarsendingini um skúlan.
-Sum foreldur vænta vit, at skúlin stundisliga tryggjar eina mentan, har øll eru tryggari og ein partur av felagsskapinum, og vit fara í næstum at fylgja við broytingunum, sum heilt týðuliga eru neyðugar, leggur krúnprinssparið aftrat.
Ein slík viðmerking frá kongshúsinum er rættiliga óvanlig. Jacob Heinel Jensen, ið er tíðindafólk hjá BT, sum fylgjur væl við í kongshúsinum, sigur við DR, at viðmerkingin kann tulkast sum ein ávaring til skúlan. Eisini forsætisráðfrúan, Mette Fredriksen, hevur viðmerkt heimildarsendingini á sínum Facebook vanga. Hon segði soleiðis:
-Tað er ófyrigeviligt. Ongin drongur ella genta í Danmark skal útsetast fyri, harðskap, kynsligan ágang, happing ella neyðtøku.
Sendingin var send í gjár og er eisini at finna á Tv2 Play.
Keldur: DR og Tv2