Kongshjúnini koma til Føroyar
Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni
Fríðmundur Nattestad
9. februar 2024 kl. 13:22
Danska Kongshúsið hevur í dag boðað frá, at Kongshjúnini koma til Føroyar á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.
- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur løgmaður.
Fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.
Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.